Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Kongehuset

Mynd: Kongehuset

Mynd: Kongehuset

Danska Kongshúsið hevur í dag boðað frá, at Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur  Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.

Rundferð í Norðurlondum
Túrurin til Føroya er partur av einari rundferð hjá kongshjúnunum í Norðurlondum tíðliga í summar. Umframt Føroyar, fara kongshjúnini á vitjan í Svøríki, Noregi og Grønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo