40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Konjunkturbarometrið vísti lutfalsliga stórt fall beint sum korona rakti fyri tveimum árum síðan, men er síðan á sumri 2020 aftur vaksið og er nú á sama stigi, sum innan korona byrjaði at gera um seg.

Nýggjasta kanningin vísir, at hesaferð eru tað serliga ávísarnir fyri privatar tænastuvinnur og byggivinnuna, ið vaksa mest, meðan ávísin fyri húsarhald minkar eitt vet.

Hagstovan hevur júst gjørt tær 5 spurnakanningarnar, ið hava verið gjørdar tvær ferð hvørt ár síðan 2006, sum eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið.

Hesar 5 kanningarnar geva ábendingar um støðu og væntanir til spurningar um m.a. fíggjarlig viðurskifti hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum umframt metingar um búskaparlig viðurskifti næsta árið.

Samanumtikið geva hesar 5 kanningarnar eitt samanvigað treystital, ið eisini verður nevnt konjunkturbarometrið.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo