Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gøtu kirkja: St. Nicolais dreingja- og manskór, er m.a. í Føroyum fyri at vitja Gøtu Kirkju Ungdómskór.

Kórini hava tí eina felags konsert týskvøldið 18. okt. kl. 19.30, har gestirnir tó sjálvandi sleppa mest framat við síni sangskrá, men Gøtu Kirkju Ungdómskór fer eisini at framføra nakað av tí, sum kórið arbeiðir við í løtuni.

Eisini framføra bæði kórini okkurt saman, so tá verður talan um eitt rættiliga stórt kór við uml. 70 sangarum 

UM St. NICOLAIS DREINGJA- OG MANSKÓR
Kórið stuðlar sálmasanginum til gudstænasturnar 2. hvønn sunnudag, men heldur eisini regluligar konsertir.

Kórið er samansett eftir enskari fyrimynd. Hetta merkir, at tær ljósu altrøddirnar verða sungnar av kontratenorum (menn) og dreingjum, um røddin ikki er komin í yvirgangs aldurin.

Kórið telur uml. 40 dreingir og menn, sum leggja stóran dent á, at framføra kórsang á høgum støði.

Til konsertina fer kórið m.a. at framføra: Verk eftir m.a. G.F. Händel, César Franck, Carl Nielsen, Franz Schubert, Niels La Cour.... og mangt annað gott.

Vælkomin til eina heystkonsert, har tit sleppa at uppliva 2 kór, sum bæði leggja alstóran dent á at framføra kórsang á høgum støði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo