Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Myndin (frá Tjóðsavninum) sýnir Vestaruvág í Havn. Slupptíðin er í hæddini, og einmastraða jaktin fremst við hvítari rípu eftir síðuni er helst Nr. X, konslarajaktin kallað, um 25 tons. 

Høgrumegin og fremst á myndini kemur Fabrikkin hjá Öström undan. Svarta húsið aftanfyri er konslarapakkhúsið.

A.W. Skibsted, danskur vinnulívsmaður og konsul, átti jakt og pakkhús. Hann keypti burtur av kongaliga handils ognum í Føroyum – Bakkapakkhúsið og Munkastovuna – úti í Tinganesi.

Skibsted hevði skip, sum serliga fiskaðu hákelling undir Føroyum. Í 1899 læt hann reisa pakkhús áfast við Munkastovuna. Tá slapst fyri ein part undan brøttu trappunum.

Í Álakeri læt hann byggja pakkhús, konslarapakkhúsið, til virksemið sítt. Í endanum var atløgubrúgv við krana at lossa og ferma skip.

Nr. X sigldi við farmi millum meginhandilin í Havn og úthandlar á bygd. Christian Djurhuus, Kristjan í Ólavsstovu, førdi konslarajaktina í mong ár. Aftan á hann hevði Eliesar Rubeksen, Essa hjá Rubekki, hana.

P.C. Johannesen, Petur í Mattalág í Havn, keypti seinni jaktina og legði hana fyri teym á Skálafjørðinum. Har sakk hon, og í 1911 lýsir hann seglini til sølu í Dimmalætting.

Tjóðsavnið eigur modell av jaktini Nr. X. Andreas Andreasen smíðaði modellskipið o.u. 1954. 

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo