Fyrrverandi kongurin í Grikkalandi, Konstantin, er deyður. Hann gjørdist 82 ára gamal.
Konstantin, sum var giftur við systur Margrethu drotning, Onnu-Mariu, hevur havt ringa heilsu í eina tíð og hevur verið innlagdur á sjúkrahús fleiri ferðir.
Hann var eisini smittaður við Covid-19 tvær ferðir.
Fleiri miðlar í Grikkalandi siga, at Konstantin fekk ein hjartatilburð heima hjá sær sjálvum og doyði har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo