Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen eru nýggir føroyameistarar í snartalvi og kviktalvi.

Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen eru nýggir føroyameistarar í snartalvi og kviktalvi.

Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen eru nýggir føroyameistarar í snartalvi og kviktalvi.

Talvsambandið: Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava um vikuskiftið vunnið FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti fyri brøðrunum í báðum kappingunum.

Árligu FM-kappingarnar í skjótu talvgreinunum hava um vikuskiftið verið í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Luttøkan var góð. 37 kappaðust leygardagin í snartelving, og 50 telvarar vóru í dag við í kvikkappingini. Í snarkappingini vóru ellivu umfør, og í kvikkappingini níggju.

Í snarkappingini hevur hvør telvari tríggjar minuttir í part til talvið umframt tvey sekund fyri leikin. Í kvikkappingini eru tíggju minuttir í part til talvið umframt fimm sekund fyri leikin.

Rógvi er snarmeistari
Rógvi Egilstoft vann snarkappingina í gjár. 

Hann var ósigraður í ellivu talvum; telvaði tvey jøvn og vann níggju. Javnleikirnir vóru móti Helga Dam Ziska og Heðini Gregersen. 

Helgi var leingi á sigurskós, men í áttanda umfari tapti hann fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Høgni tapti afturímóti fyri Rógva og Margari Berg.

FM snar 2023
1. Rógvi Egilstoft, ST 10 stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9
4. Jón í Horni Nielsen, ST 7
5. Luitjen Akselsson Apol, HT 7

37 luttakkarar í alt.

Høgni vann kvikkappingina
Í kvikkappingini í dag tók yngri bróðirin revansju. Nú var Høgni bestur. Og annan dagin á rað vann Høgni Egilstoft Nielsen á Helga Dam Ziska. 

Høgni vann rættiliga sannførandi. Eitt remis móti eldra bróðrinum, og so vann hann alt hitt.  Rógvi var ikki so hvassur í dag. Hann tapti fyri stórmeistaranum, og umframt javnleikin móti Høgna, var eisini remis móti Luitjen Akselsson Apol og Sjúrð Thorsteinsson. Helgi tapti toppdystin fyri Høgna, men vann allar hinar.

Helgi Dam Ziska hevur sitið tungt á FM-heitunum í snar- og kviktelving, men misti nú báðar trónurnar.

Høgni og Rógvi eru í bestu vejingarstøðu eftir bæði EM-kapping og smálandakapping í seinastuni. 

Somu fimm telvarar vóru fremstir báðar dagarnar.

FM kvik 2023
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½ stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
5. Jón í Horni Nielsen, ST 6

50 luttakarar í alt

FM í snartalvi seinastu tíggju árini
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST

FM í kviktalvi 2019-2023
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo