Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður ikki í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, sum hann plagar, tí Lions vil halda koronutilmælini, ið ikki ráða til, at fólk hittast í hópi

Í mong ár hevur jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verið fastur táttur hjá barnafamiljum og øðrum at vitja fyrsta sunnudag í advent, tí har hevur borið til at fingið fatur í eini jóladekoratión og kanska onkrum øðrum at pynta við, samstundis sum høvi hevur verið at stuðla einum góðum endamáli.

Men í ár er alt øðrvísi, tí orsakað av, at koronutilmælini ikki stuðla undir, at nógv fólk savnast í hópi, har avmarkað pláss er, hevur Lions Club Tórshavn gjørt av at avlýsa jólahugnan hesaferð, har ofta bæði børn, vaksin og eldri eru til staðar, tí eisini fæst ein drekkamunnur og okkurt til tey yngstu.

– Sum umstøðurnar eru, vænta vit eisini, at fólk skilja okkara varni, tí allarminst vilja vit vera orsøk til, at møgulig koronasmitta breiðir seg, tí fólk hava vitja eitt Lions-tiltak, verður sagt frá Lions Club Tórshavn.

– Onkur annar táttur í arbeiði okkara er fyrr í ár eisini blivin ávirkaður av koronutilmælunum, sum vit sjálvsagt vilja halda. Men vit ætla at leggja til brots aftur í nýggja árinum og vóna tá, at umstøðurnar eru broyttar soleiðis, at vit kunnu hava tey tiltøk og veita tann stuðul, vit plaga.

Hóast Lions Club Tórshavn ikki fær hildið jólahugnan í Plantasjuni hesaferð og tí heldur ikki fær hjálpt fólki at fáa eina fitta jóladekoratión við góðum endamáli fyri eyga, vil klubbin fegin ynskja øllum eini gleðilig jól.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo