

Í kinesiska milliónbýnum Shanghai hava myndugleikarnir gjørt av at flyta undirvísingina í skúlunum á netið frá mánadegnum at rokna.
Hetta er fyri at basa eini nýggjari bylgju av koronavirus, skrivar BBC.
Barnagarðar og ansingarstovnar lata eisini aftur í næstu viku.
Myndugleikarnir í Kina settu fleiri av tiltøkunum ímóti korona úr gildi tíðliga í desember, og síðan tá er talið á tilburðum økt munandi fyri fyrstu ferð síðan í apríl mánaði.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo