Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroyar eru komnar rímiliga væl ígjøgnum koronakreppuna higartil, men framtíðarútlitini eru óviss. Tað er ikki bert korona, ið skapar óvissu, men eisini manglandi avtalur við onnur lond umframt manglandi langtíðarætlanir hjá landi og kommunum.

Føroyska samfelagið var væl fyri at taka ímóti avleiðingunum av koronafarstóttini tíðliga í hesum árinum, og sum heild hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki verið so nógv merktur av avleiðingunum av koronafar­sóttini higartil.

Arbeiðsloysið er farið nakað upp, men tað er framvegis lágt samanborið við onnur lond.

Samanumtikið var vinnan væl polstrað eftir fleiri ár við góðum úrslitum, men partar av vinnuni høvdu sæð eina heilt aðra framtíð fyri sær, áðrenn koronafarsóttin, púra óvæntað, broytti allar fortreytirnar.

Í Føroysku ferðavinnuni var stórt bjartskygni, og ferðavinnan hevði tí lagt nógv fyri og gjørt stórar íløgur, sum ikki vóru lidnar, tá ið koronatiltøkini læstu alla ferðavinnuna niður. Almennu hjálparpakkarnir eru komnir væl við, men hjálparpakkarnir ganga út, og eiga bert at halda lív í vinnuni, so leingi vinnan er í undantaksstøðu av koronakreppuni.

Á útflutningssíðuni minkaði eftirspurningurin eftir føroyskum vørum nógv, tá fleiri marknaðir stongdu, beint eftir at koronafarsóttin breyt út. Útlendsku marknaðirnir eru so smátt latnir upp aftur, men marknaðirnir eru framvegis nógv ávirkaðir av koronastøðuni, og hvussu leingi hetta fer at vara, og hvussu koronafarstóttin fer at hátta sær í nærmastu framtíð, er sera óvist í løtuni.

Omaná hesa óvissuna, kemur óvissan um fiskirættindi og marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur uttanlands frameftir, umframt óvissan um hvørjar íløguverkætlanir verða settar á skránna í føroyska samfelagnum komandi árini.

Fiskivinnuavtalan millum Føroyar og strandalondini gongur út um ársskiftið, og Føroyar hava heldur onga nýggja avtalu fingið við Stórabretland, nú Stórabretland fer úr ES á nýggjárinum. Langtíðaríløguætlanirnar hjá landinum vórðu fyribils tiknar av skránni í vár, og tær eru ikki settar á skránna aftur.

Óvissa er ein natúrligur partur av tilverugrundarlagnum hjá vinnuni, men í løtuni er óvissan um framtíðar­útlitini hjá føroysku vinnuni í størra lagi.

Fíggjarpolitikkurin hevur verið stimbrandi undir búskaparliga hákonjunkturinum seinastu árini, og tað fer tí at krevja gott politiskt handalag og dugnasemi at stýra føroyska samfelagsbúskapinum frameftir, soleiðis at land og kommunur ikki høgga bremsurnar í, nú niðurgongd og færri skatta- og avgjaldsinntøkur hómast fyri framman.

Sí annars frágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um føroyska búskapin her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo