40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, skrivar í lesarabrævi í dag, at samgongan fer einki at gera fyri at hjálpa fólki, ið koma illa fyri av príshækkingum.

Hetta sigur hon, hóast løgmaður ikki vildi avvísa, at ein hjálparpakki er á veg.

Og fyri at gera søguna uppaftur betri, samanber Beinta hetta við støðuna í sambandi við korona, har hon sigur, at politiska skipanin var skjót, tá vinnan skuldi hava hjálp.

Sjálvandi er tað ein spennandi søga at samanbera fólk, ið ikki fáa hjálp, við tað at vinnan fekk hjálp. Trupulleikin er bara, at søgan er ikki sonn.

Fyrsti hjálparpakkin í sambandi við korona snúði seg fyrst og fremst um arbeiðsfólk og ikki so nógv um vinnuna.

Lógin um ALS bleiv broytt, soleiðis at fólk sum arbeiddu niðursetta tíð, orsaka av korona, fingu rætt til arbeiðsloysisstuðul, hóast tey ikki vóru arbeiðsleys.

Eisini bleiv dagpeningalógin broytt, soleiðis at fólk í sóttarhaldi kundu fáa dagpengar, hóast tey ikki vóru staðfest at vera sjúk.

Við hjálparpakka 2 fingu fólkapensjónistar, sum høvdu arbeiði, rætt til dagpengar, um tey blivu raktir av korona, ella máttu í sóttarhald.

Eisini vóru onnur átøk sum millum annað hjálptu vinnuni, men eitt av endamálunum við tí var júst at forða fyri hópuppsøgnum.

Hjálparpakki 3 skuldi millum annað tryggja at fólkapensjónistar, sum vóru sjálvstøðug vinnurekandi, ikki vóru fyri brádligum inntøkumissi vegna corona.

Eisini kundu listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligir felagsskapir fáa stuðul.

So tað er beinleiðis ósatt, tá Beinta Løwe roynir at mála eina mynd av, at samgongan bara vil hjálpa vinnuni og ikki borgarunum í landinum.

Sjálvandi fer samgongan ikki at lata fólk sita køld ella svong, nú prísirnir eru nógv hækkaðir.

Men eins og í sambandi við kororna, so er neyðugt at seta møguligar hjálparpakkar rætt saman, soleiðis at teir ikki gera størri skaða enn gagn.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo