40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í lesarabrævi í dag, sigur Høgni Hoydal millum annað, at "vit eru bæði blind og deyv, um vit ikki síggja og hoyra, at talan er um partapolitiskar rossahandlar og korrupsjón".

Skuldsetingarnar eru í sambandi við kvoturnar, sum fiskimálaráðharrin júst hevur játtað til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp.

- Tá ið rán á alljósum degi, valdsmisnýtsla og korrupsjón sleppur at ganga fyri seg og vaksa undir einum løgmanni, ið ikki hevur eftirlit við nøkrum, so er tað moralska og demokratiska forfallið fullkomið, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

VP hevur biðið um eina stutta viðmerking frá fiskimálaráðharranum Jacob Vestergaard, sum sigur, at greinin er tað vanliga orðaskvaldri frá Høgna Hoydal.

- Høgni Hoydal hevur ongantíð verið førur fyri at tikið nakrar sjálvstøðugar avgerðir, og skal altíð hava onnur at skylda uppá.

- Korrupsjón er ólóglig, so um Høgni Hoydal veruliga heldur, at eg ella onnur hava gjørt seg sek í so álvarsligum lógarbrotum, eigur hann at melda lógarbrotið.

- Tað er ov jánkasligt bert at koma við skuldsetingum, sigur Jacob Vestergaard.

Hann vísur á, at í okkara rættarskipan er tað soleiðis, at tann, sum kemur við skuldsetingum og ákærum, hevur próvbyrðina.

- Hesa próvbyrðu klárar Høgni sjálvtsagt ikki at lyfta, og tí átti hann heldur at tagt.

- Politisk ómegd ger, at Høgni Hoydal kemur við slíkum skuldsetingum, sigur Jacob Vestergaard.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo