Politiið hevur verið úti við lasaranum í vikuskiftinum, men flestu bilførararnir koyrdu sambært tí, sum lógin loyvir. Tó var ein sum koyrdi heilar 150 km/t har annars er loyvt at koyra 80 km/t, og tá er ongin góða mamma, bilførarin misti koyrikortið á staðnum. Hetta hendi í Kollfjarðardali.
Ofta verður sagt, at tað eru tey blaðungu mannfólkini, sum júst hava fingið koyrikortið, sum eru teir størstu syndararnir, tá tað kemur til at traðka ov har á speedaran. Men í hesum førinum var viðkomandi ikki heilt blaðungur, tí hann er føddur mitt í 80unum og fer at tátta í tey 40.
Annars hevur verið friðarligt kring alt landið hetta vikuskiftið, sigur vakthavandi á politistøðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo