Sveisiski stórbankin UBS keypir nú ein annan sveisiskan stórbanka, nevniliga Credit Suisse, sum í farnu viku kom í andróður og var um at fara av knóranum.
Tað hevur sveisiski tjóðankin upplýst á tíðindafundi í kvøld.
Í sambandi við handilin letur Sveis eina gjaldføristrygd uppá 100 milliardir sveisiskar frankar, ella tað sum svarar til 750 milliardir krónur.
Onkrir serfrøðingar siga, at handilin fer at geva meira ró á partabrævamarknaðunum, har serliga fleiri bankar eru nógv falnir í virði í seinastuni. Aðrir halda, at fleiri trupulleikar skjótt kunnu fara at vísa seg.
Tað eru 167 ár síðani Credit Suisse var stovnaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo