Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyritreytirnar fyri sparingunum eru broyttar, og tí fremur KVF ikki ætlaðu uppsagnirnar. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Fyritreytirnar fyri sparingunum eru broyttar, og tí fremur KVF ikki ætlaðu uppsagnirnar. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Fyritreytirnar fyri sparingunum eru broyttar, og tí fremur KVF ikki ætlaðu uppsagnirnar. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

KVF: Eitt lógaruppskot er á veg í løgtingið, sum bøtir um inntøkugrundarlagið hjá KVF. Um uppskotið verður samtykt, skal KVF spara góðar 3 mió. í staðin fyri góðar 8 mió. krónur. Hetta broytir fyritreytirnar fyri sparingunum, og tí fremja vit ikki ætlaðu uppsagnirnar, sigur kringvarpsstjórin.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at styrkja KVF. Eitt broytingaruppskot til kringvarpslógina er nú farið til hoyringar. Sambært uppskotinum fer kringvarpsgjaldið fyri persónar at hækka við 13 krónum um mánaðin, og síðani verður tað prístalsjavnað við 2 prosentum frá 2025. Um uppskotið verður samtykt, fær KVF góðar 5 mió. kr. meira í inntøkum í 2024. Uppskotið broytir fyritreytirnar fyri sparingunum upp á 8,2 mio. kr., sum Kringvarpið er farið undir at fremja.

”Fyri trimum vikum síðani tóku vit stig til at fremja sparingar, sum svara til útvið 11 ársverk. Við tí, sum nú liggur á borðinum, taka vit ætlaðu uppsagnirnar í fasta starvsfólkahópinum aftur”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. ”Vit skulu tó framvegis spara 3 mió. krónur fyri at koma á slætt í 2024, og tær mugu vit finna í rakstrinum”, leggur hann afturat.

Kringvarpið er í bíðistøðu
Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu hetta fer at ávirka skránna. ”Onki uppskot er samtykt enn, og tí eru vit í eini bíðistøðu”, sigur kringvarpsstjórin. Hann leggur afturat, at Kringvarpið – hóast hetta uppskotið – framvegis skal spara í rakstrinum, og tí má framleiðslukostnaðurin av sendingum niður. Hann hevur tó vónir um, at nakrar sendingar, sum eftir ætlan skuldu sparast burtur, nú kunnu verða verandi á skránni.  

Lógaruppskotið bøtir um inntøkugrundarlagið
Kringvarpsstjórin fegnast um, at ein prístalsjavning er við lógaruppskotinum. ”Hesum hava vit sóknast eftir í fleiri ár, tí meðan lønir og prísir hækka, hevur kringvarpsgjaldið staðið í stað”, sigur Ivan Hentze Niclasen. Hann vísir tó á, at ein prístalsjavning upp á 2 prosent ikki er nóg mikið til at standa ímóti lønar- og prísvøkstrinum, sum er væl oman fyri tey tvey prosentini. Hann mælir tí til, at lógaruppskotið verður tillagað, soleiðis at haldførið hjá Kringvarpinum verður betri tryggjað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo