Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Sum samfelag mugu vit gera tað, sum skal til fyri, at tey menniskju, sum koma higar at arbeiða, hava virðilig arbeiðs-og livikor.

Men seinastu tíðina hava vit hoyrt, at útlendingar á arbeiðsmarknaðinum kunnu koma í ringar støður uttan at vita, hvagar tey skulu venda sær.

Millum annað hevur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag greitt frá, at útlendingar verða sleptir uppá fjall, tá ið trupulleikar vísa seg á arbeiðsplássinum, og at fleiri útlendingar venda sær til arbeiðarafelagið, tí tey eru komin í trupulleikar.

Fakfeløgini hava tó ikki møguleika at fylgja við í, um viðurskiftini hjá teimum menniskjum, sum koma til Føroya gjøgnum Fast Track-skipanina, eru í lagi.

Útlendsk arbeiðsmegi er týðandi partur av vøkstrinum, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini og sambært Vinnuhúsinum er framvegis stórur tørvur á meira arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Tað er lætt at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið at arbeiða, men tað tykist, sum tað ikki altíð er heilt so lætt hjá arbeiðsfólkunum at vera her.

Tí hevur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna, sett landsstýrismanninum við ábyrgd av integratiónsøkinum skrivligan fyrispurning.

https://www.logting.fo/documents/59936

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo