Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Kristin Dam Ziska er nýggjur aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kristin Dam Ziska er nýggjur aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kristin Dam Ziska er nýggjur aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað verður Kristin Dam Ziska, ið tekur við starvinum sum aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta varð avgjørt á starvsnevndarfundi hjá FSF fríggjadagin, tá ein samd starvsnevnd tók undir við tilmælinum hjá setanarbólkinum.

– Hetta er ein ótrúliga spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg við gleði og ágrýtni nú fari undir. Saman við feløgunum ynskja vit áhaldandi at betra og menna føroyskan fótbólt fyri at røkka okkara felags málum, sigur Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Kristin Dam Ziska er 38 ára gamal. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur seinastu 12 árini verið varaaðalskrivari í FSF.

– Ein av fyrstu uppgávunum verður at dagføra bygnaðin fyri Fótbóltssamband Føroya, so hesin er samsvarandi tørvinum hjá føroyskum fótbólti, sum hevur verið undir stórari menning seinastu árini, sigur nýggi aðalskrivarin.

Kristin Dam Ziska tekur við starvinum sum aðalskrivari beinanvegin. 18 umsóknir vóru til starvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo