

Myndugleikarnir á Kuba hava nú heitt á USA um at veita landinum, har 11 milliónir fólk búgva, neyðhjálp. Tað hendir eftir at ein ódn hevur gjørt stóran skaða, og ongin streymur tí hevur verið í langa tíð.
Umframt at beina fyri pørtum av undistøðukervinum hevur ódnin eisini gjørt aðrar skaðar á bygningar og dyrkilendi.
Wall Street Journal hevur fingið innlit í samskiftið ímillum amerikansku og kubansku myndugleikarnar, og har sæst, at USA hevur sagt seg sinnað at veita eina hjálpandi hond.
Joe Biden, forseti, hevur áður sagt, at tiltøkini sum USA hevur sett í verk ímóti kommunistisku stjórnini á Kuba skulu linkast, men harðrenda framferðin hjá politinum á Kuba ímóti mótmælisfólki hevur gjørt, at meira er ikki hent enn tí viðvíkjandi. Serliga í juli í fjør vóru stórar mótmælisgongur, tí fólkið vil ikki finna seg í vánaligu livikorunum. Myndugleikarnir svaraðu harðliga aftur, og onkur hevur fingið 30 ára fongsulsrevsing fyri at hava eggjað til ófrið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo