Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Kundarnir hjá Betri Pensjón fingu gott avkast í fjør, tí tilsamans vórðu út við 150 milliónir kr settar inn á pensjónskonturnar. 

- Vit eru errin av, at kundar okkara sjálvir kunnu velja váðastøðið á síni pensjón og soleiðis vera við til at ávirka sítt egna úrslit. Í fjør gekk væl, og tey við hægsta váða fingu omanfyri 27% í avkasti. Tað er heilt einastandandi, sigur Helgi L. Petersen stjóri í Betri Pensjón.

- Tað er nógv hugaligari tey árini, tá tað gongur væl, og 2021 var avgjørt eitt gott ár. Tað staðfestir stjórin í Betri Pensjón, Helgi L. Petersen, sum fegnast um, at í alt 148 milliónir krónur í avkasti vórðu settar inn á pensjónskonturnar hjá teimum umleið 11.500 kundunum.

- Serliga tey, sum hava sett sína pensjónsuppsparing í høgan váða, fingu gott úrslit í fjør. Ár eru ymisk, og ikki øll ár fara at vera eins góð og hetta. Rættast er at síggja hesa gongd yvir fleiri ár. Men eg fegnist um, at vit kunnu geva kundunum ymsar valmøguleikar, sigur Helgi L. Petersen.

Hann vísir á, at ymsu váðastøðini seta stór krøv til felagið og dugnaligu starvsfólkini, tí ráðgevingin skal vera í lagi. Eingin kundi skal eggjast út í nakað, sum viðkomandi ikki metir vera trygt, samstundis sum tey váðafúsu skulu kunna velja høgan váða.

- Júst tí er tað gott at kunna lata fólk velja sjálv, staðfestir Helgi L. Petersen og vísir á, at hjá Betri Pensjón kunnu kundarnir velja ímillum seks ymisk váðastøði, alt eftir hvussu váðafús ella varin tey eru.

Hjá Betri Pensjón var 2021 eisini eitt gott ár í aðrar mátar, tí kundaskarin vaks, og felagið hevði eitt ársúrslit á 3,3 milliónir krónur eftir skatt.

- Rakstrarúrslitið er avgjørt nøktandi, tí okkara endamál er at forvinna avkast til kundarnar – ikki okkum sjálv. Ár eru ymisk, og útgjøldini fyri ymsu tryggingarnar kunnu sveiggja heilt fitt ár um ár. Tey eru serliga tengd at, hvussu nógvar lívstryggingar verða útgoldnar, og hvussu nógvir tilburðir av sjúku og óarbeiðsføri eru. So leingi, sum kundarnir fáa nógv og vit fáa eitt sindur, eru vit júst har, vit vilja vera, sigur Helgi L. Petersen.

Árið í stuttum:
Ársúrslit eftir skatt: 3,3 milliónir
Tryggingar- og pensjónsgjøld: 187 milliónir
Avkast hjá kundum í miðal: 8,9%
Íløguogn hjá kundum við árslok: 1.743 milliónir
Eginogn: 82,9 milliónir
Solvensdekningur: 295%

Roknskapurin kann lesast her: rsfrsgn-betri-pensjon-2h-2021.pdf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo