Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirritaðu lærarar á innleiðsluskeiði fyri lærarar sum undirvísa í føroyskum sum fremmandamáli lata hervið MMR og øðrum avvarðandi pørtum hesa kunning og áheitan.

Føroyskt sum fremmandamál er nýggj lærugrein, og neyðugt er við samskipaðum reglum og krøvum, sum eru galdandi fyri alt landið.

Nógvir av útlendingunum, raðfesta arbeiði so høgt, at ongar stundir eru til at læra seg føroyskt.

Eitt minsta krav átti at blivið sett til føroysktkunnleika, og samfelagið eigur at virka fyri at fáa umstøður at sleppa á skeið í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum.

Ein upplýsandi faldari eigur at vera til tilflytaraforeldur at børnum í skúlanum við grundleggjandi upplýsing um skúlamentan, rættindi og krøv, m.a. rættindi barna.

Tað sama er galdandi fyri vøggustovur og barnagarðar. Slíkir faldarar skulu vera eins fyri alt landið, og lærarar og námsfrøðingar skulu vera við til at gera teir.

CEFR leisturin, sum verður brúktur í Evropa hevur ymisk stig, og næmingarnir fara til roynd fyri at sleppa til næsta stig.

Vit eiga at hava yvirskipaðan leist við ymsum stigum og við royndum.

Ein uppgávunevnd eigur at gera uppgávur, sum verða eins um alt landið. Eisini her er týdnigarmikið at undirvísarar eru í nevndini.

Føroyar eiga eisini at hava somu skipan viðv. integratión og skúla sum granna- og evropeisku londini hava.

Skeiðsluttakararnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo