40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kringvarp Føroya: Ert tú millum 15 og 25 ár? Hevur tú hug at siga tína søgu?

Vit hava øll kenslur. Vit føla øll okkurt, um vit vilja tað ella ei. Spurningurin er bara, um tú torir at seta orð á kenslurnar.

Í vetur fer Kringvarp Føroya at taka upp aðru sesong av heimildarrøðini Sært tú meg?0 Tí leita vit eftir ungum sum hava okkurt upp á hjarta. Ung, sum bæði vilja og tora at seta orð á tankar og kenslur. Vit leita eftir tær, sum ikki er bangin fyri at vísa tínar skeivleikar. Tú, sum ikki ert bangin at flenna eftir tær sjálvum/sjálvari. Og vit leita eftir tær, hvørs rødd kennist óhoyrd.

Fyri at melda til, skalt tú í stuttum greiða eitt sindur frá um teg. Hvør tú ert, hvat tú gert, og hvørjar dreymar tú hevur. Tú meldar til við at fylla út teigarnar á leinkjuni niðanfyri.

Vit biðja teg eisini um at senda okkum nakrar livandi sjálvsmyndir. Fyri okkum hevur tað týdning at síggja teg, meðan tú filmar teg sjálvan. Bæði so vit fáa eina hóming av, hvør tú ert, men eisini tí sjálvsupptøkur eru týðandi partar av sendingini.

Tú meldar til her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo