Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Síðan 1957 hevur KVF villeitt føroyingar, tá tað kemur til tað, sum Fólkaflokkurin stendur fyri.

Myndin, ið KVF hevur skapað, er, at tað at vera konservativur, merkir, at man er homofob, kristin ella aristokrat. 

Hetta er ein reingjan av eini konservativari heimsmynd.

Veruleikin er, at konservativur politikkur merkir frælsi til tann einstaka. Konservativisma er ein frílynt heimsfatan.

Meðan heimsmyndin, ið KVF føðir føroyingar við, líkist henni, sum vit lesa í Das Kapital.

Hendan heimsmyndin leggur ikki upp til persónligt frælsi. Tvørtur ímóti tekur sosialistisk fundamentalisma frælsið frá tí einstaka.

Konservativur politikkur merkir millum annað:

Frælsi hjá tí einstaka. Ein sterk tjóð føðist, tá vit geva tí einstaka frælsi og forða fyri noyðslu frá landinum. Tað merkir, at tann konservativa heimsmyndin virðir ymisleikan í samfelagnum, talufrælsi og trúarfrælsi. Ábyrgdin hjá landinum er at tryggja hesi rættindi.

Avmarkað landsstjórn. Fyri at tryggja frælsi hjá tí einstaka, má umsitingin hjá landinum ikki vaksa skjótari enn inntøkan. 

Marknaðar frælsi. Ov stórar landsstjórnir eru størsta hóttanin móti einum frælslyntum samfelag, og framgongdina hjá einstaklingum. Handilsfrælsi skapar framburð fyri allar partar í eini tjóð. Sosialistisk samfeløg skerja bæði búðskap og frælsi.

Menniskjalig tign. Øll menniskju eru skapað eins. Av tí, at vit hava eitt kristið virðisgrundarlag, eiga øll menniskju somu rættindi. Eitt frílynt land eigur at verja lívið, hjúnabandið og familjuna. Familjan er grundarlagið og hornasteinurin í einum sunnum samfelag. Tí er eitt samfelag mest sunt, sum hevur sunnar familjur.

Vilt tú hava einar frílyntar Føroyar. Vel Fólkaflokkin!

Vel Monu Breckmann Wescott

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo