Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Charlotte Maersk-Møller er skipari og reiðari á sleipibátinum Ronju sum kom við nýggja fóðurflakanum hjá Mowi á Vestmanna í gjár. (mynd: egin/fb)

Ronja við bryggju í Vestmanna.

Charlotte Maersk-Møller er skipari og reiðari á sleipibátinum Ronju sum kom við nýggja fóðurflakanum hjá Mowi á Vestmanna í gjár. (mynd: egin/fb)

Ronja við bryggju í Vestmanna.

Charlotte Maersk-Møller er skipari og reiðari á sleipibátinum Ronju sum kom við nýggja fóðurflakanum hjá Mowi á Vestmanna í gjáramorgunin. Fóðurflakin er umbygdur í Póllandi.

Hon er, sum eftirnavni bendir á, í familju við ein kendan reiðara í Danmark. Langabbi Charlottu var beiggi Arnhold Peter Møller, sum stovnaði A.P. Møller í síni tíð.

Reiðaríið eitur West Coast Towing, og tað er hennara egna og hevur sum so onki at gera við størra reiðaríið á Esplanaduni í Keypmannahavn.

Við VP sigur Charlotte, at hon hevur onkra smávegis uppgávu at loysa afturat í Føroyum áðrenn hon fer avstað aftur við Ronju.

Annars ber til at lesa eina grein um Charlotte og virksemi hennara í Fyns Amts Avis her.

Les eisini: Risastórur fóðurflaki komin til landið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo