

Íslendingar hava enn einaferð skrivað politiska søgu, tað hendi á Altingsvalinum í gjár, har úrslitið gjørdist, at 33 av limunum nú eru kvinnur. Altingið hevur tilsamans 63 sessir. Tað er fyrstuferð í Europa at tað hendir, at kvinnurnar eru í meiriluta. Svøríki hevur verið nær við, har hava 47% av tjóðartingslimunum onkuntíð verið kvinnur.
Umframt Ísland eru fimm onnur lond í heiminum, har meirilutin í tjóðartinginum eru kvinnur, tey eru Ruanda, Kuba, Nikaragua, Meksiko og Sameindu Arabisku Emiratini.
Tá íslendingar í 1980 valdu Vígdís Finnbogadóttir til forseta var hon samstundis eisini fyrsti kvinnuligi forseti í heiminum.
Annars gjørdist úrslitið av valinum í gjár, at verandi samgonga við Sjálfstæðisflokkinum á odda kann halda fram. Samgonguflokkarnir fingu 38 av teimum 63 sessunum og líkt er til, at Katrín Jakobsdóttir (myndin) heldur fram sum forsætisráðharri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo