Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

- At útlendingar, sum seta búgv í okkara vakra landi, eisini fáa møguleikan at menna seg – ikki minst málsliga – ja, her hevur Kvøldskúlin gingið undan og víst stóra samfelagsliga ábyrgd. Og er tori at siga, at tit standa fyri størsta átakinum at samansjóða útlendingar í Føroyum nakrantíð.

Soleiðis segði Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað, tá ið hon setti árligu framsýningina hjá Tórshavnar Kvøldskúla seinnapartin í dag.

Og so hendi tað serstaka eisini í ár, at fýra undirvísarar vórðu heiðraðir fyri teirra drúgva arbeiði í Kvøldskúlanum. Jenny Simonsen hevur undirvíst í brodering og knipling í 47 ár. Petur Hans Dahl hevur havt dugnaskaparroyndina um hendi í 29 ár. Niels Olsen hevur undirvíst í harmoniku í 37 ár og Jóna Rasmussen hevur undirvíst í listgrafikki í 25 ár. Sum tøkk fyri hetta stóra arbeiði fyri Kvøldskúlan fingu tey blómutyssi handað frá borgarstjóranum.

Fleiri myndir eru at síggja HER.

Røðan, sum Annika Olsen bar fram seinnapartin, eftir at Jógvan Sørin Hansen, Kvøldskúlaleiðari, beyð vælkomin.

Tað er altíð hugaligt at seta hesa stóru og fjølbroyttu framsýning. Her liggur stórarbeiði aftanfyri. Og tað er hetta rúgvismikla arbeiði, sum gestirnir hetta vikuskiftið hava møguleika at síggja og fáa nærri innlit í.

Lærdómur er lættur at bera, søgdu tey gomlu. Og lærdómur er framvegis lættur at bera og nú munandi meira algongdur og tískil lættari at nema sær.

Kvøldskúlin hevur aftur í ár metstórt næmingatal. Í faldaranum varð lýst við 311 skeiðsnumrum, og nógvar gjørdist tilmeldingarnar. Higartil í ár hava 3100 virknir næmingar verið knýttir á skúlanum. Ja, áhugin er so stórur, at nógv fólk hava staðið á bíðilista.

Stóri áhugin fyri Kvøldkúlanum er eitt greitt tekin um, at skúlin bjóðar fjølbroytt og spennandi frítíðartilboð – bæði ástøðilig, yrkislig og mentanarberandi.

--- --- ---

Ein veruligur klettur í okkara mentanarliga arvi er føroyski báturin. Og nú er tað gleðiliga hent, at hesin týðandi lutur í siglandi arvi okkara eisini hevur fingið innivist í Kvøldskúlanum. Tit síggja bátin á framsýningini hetta vikuskiftið. Hetta snøgga farið er smíðað í kvøldskúlanum. Vit eiga at varðveita okkara aldargamla handverk og føroyska siðaarvin. Kvøldskúlin er á henda hátt við til at hjúkla um, at handverkið framvegis livir. Jú, eisini á hesum øki ber skúlin mentanarberi. Ja, skúlin ber mentanina víðari.

Endamál Kvøldskúlans er at bjóða og menna frítíðartilboð til allar borgarar í kommununi, uttan mun til aldursbólk og samfelagsliga støðu annars. Skúlin skal geva øllum borgarum møguleika gjøgnum yrkisføri og góða samskiftið: at hava møguleikar, at taka við avbjóðingum og mennast, og stutt sagt at vera menniskja.

Kvøldskúlin skal vera eitt gott arbeiðspláss fyri starvsfólk og eitt rúmligt stað hjá borgarum, sum hava hug til at royna og menna síni evni.

At útlendingar, sum seta búgv í okkara vakra landi, eisini fáa møguleikan at menna seg – ikki minst málsliga – ja, her hevur Kvøldskúlin gingið undan og víst stóra samfelagsliga ábyrgd.

Fleiri útlendingar koma hendan vegin at arbeiða, íðka ítrótt ella fáa sær maka her. Og bara í Tórshavnar kommunu eru fólk úr oman fyri 100 londum búsitandi. Nú fáa nýggju borgararnir eina góða innleiðslu í føroyska málið, tí Kvøldskúlin bjóðar fram skeið í hesum avgerandi lykli til mentan og arbeiði og soleiðis trivnað í Føroyum.

Við ymiskum mentanum og fólkasløgum er kommunan vorðin eitt uppaftur fjølbroyttari stað. Men skulu øll – bæði útlendingarnir, sum flyta higar, og tey sum búgva her frammanundan – fáa fullgóða nyttu og uppliving av ymiskleikanum, so er tað umráðandi, at nýggju borgararnir so skjótt sum til ber kenna seg heima í Føroyum.

Og er tori at siga, at tit standa fyri størsta átakinum at samansjóða útlendingar í Føroyum nakrantíð.

--- --- ---

Kvøldskúlin hevur altíð megnað at laga seg eftir tí, sum hendir í samfelagnum. Vit vita, at nógv er broytt seinastu mongu árini. Fólk hava nógva frítíð, og tí er tørvurin á frítíðartilboðum eisini øktur samsvarandi.

Gongdin hevur eisini verið tann, at fólk ynskja sær tænastur, tá ið tað liggur best fyri hjá teimum sjálvum. Tað hevur m.a. gjørt, at Kvøldskúlin ikki bara er ein kvøldskúli, men eisini ein skeiðsdepil, sum nøktar tørvin allar dagsins tímar.

Hetta at útvega sær nýggjar førleikar gera fólk heldur ikki bara til stuttleika, men mong taka hetta sum eitt stig á leiðini at koma víðari í skúlaverkinum og fáa sær eina útbúgving.

Kvøldskúlin hevur prógvað, at hann livir upp til endamál skúlans um at vera skúli fyri øll, og at tilboðini skulu fevna um allar aldursbólkar og sosialar bólkar. Jú, sanniliga hava 28 næmingar henda veturin verið 80 ár og eldri! So her er sanniliga talan um fevnandi skúla, har øll eru vælkomin. Skúlin fer tí framhaldandi at fáa stóra politiska vælvild.

Fyri mær er ongin ivi um, at Kvøldskúlin fremur kunnleika um øll samfelagsins viðurskifti og er við til at gera fólk dugnaligari á mongum økjum og harvið gevur teimum eitt ríkari og meira innihaldsríkt lív.

Úrslitið er innlit, hugflog og lívsdygd. Fólk gerast klókari, sunnari og glaðari og fáa harvið eitt ríkari lív.

Hetta ljóðar sum stór og føgur orð. Men veruleikin er tann, at hetta er tað, Kvøldskúlin ger hvønn dag.

---

Kvøldskúlaframsýningin er gomul. Fyrsta framsýningin var í Kommunuskúlanum í 1975. Á framsýningini eru fyrst og fremst handaligar lærugreinir við, tó so, Kvøldskúlin hevur nógvar aðrar lærugreinir, t.d. sang, tónleik og sjónleik, fimleik og dans.

Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í at práta og hugna sær saman við øðrum og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari. Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar og gloymdar, fingu tey ikki møguleikan á Kvøldskúlanum.

Kvøldskúlin er mentanarskapandi fyri lærd sum leik. At hetta hepnast, síggja vit hvørja ferð, henda framsýningin letur upp.

---

Eg fari at enda at takka tykkum hjartaliga fyri eitt stórt og gott arbeiði og ynskja tykkum allarbestu eydnu við Kvøldskúlanum. Vit, sum umboða kommununa, fegnast um Kvøldskúlan og okkara áhugi og stuðul verður tann sami í ókomnum árum.

Og nú at enda skulu vit heiðra undirvísarum, sum hava undirvíst í mong, mong ár í Kvøldskúlanum.

Jenny Simonsen er undirvísari í brodering og knipling. Fyrstu ferð hon undirvísti var skúlaárið 1965/66 og síðani hevur hon undirvíst frá 1973/74 til dagin í dag. 47 ár

Niels Olsen er best kendur frá orkestrinum Vestmonnum. Hann hevur undirvíst í harmoniku síðani skúlaárið 1982/83 til dagin í dag. 37 ár

Petur Hans Dahl er best kendur sum lærari og partur av leiðsluni á Vinnuháskúlanum. Hann fór frá á Vinnuháskúlanum vegna aldur fyri nøkrum árum síðani. Men til henda dag hevur hann havt dugnaskaparroyndina um hendi og hevur undirvíst mongum manni og kvinnum eisini. Petur Hans Dahl er eisini kendur sum veðurmaður hvønn mánamorgun í Góðan Morgun Føroyum. Dugnaskaparroyndirnar hava verið í hansara kønu hondum síðani skúlaárið 1990/91 til dagin í dag. 29 ár

Jóna Rasmussen hevur undirvíst í listgrafikki síðani skúlaárið 1994/95 til dagin í dag. Hennara arbeiðið hevur verið føroysku listini til uppbyggingar og íblástur. 25 ár

--- --- ---

Eg fari at ynskja tykkum øllum somlum bestu eydnu og hervið er ársins kvøldskúlaframsýning alment latin upp.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo