Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-044/2022 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um lærlingar og lesandi.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur samgongan ætlanir um at veita fíggjarligt ískoyti til lærlingar og lesandi, sum mugu brúka bil at ferðast millum skúla/lærupláss og heimið?

2. Um svarið er ja, nær verður hetta so gjørt?

3. Um svarið er nei, hvør er so grundgevingin fyri hesum?

Til nr. 1, nr. 2 og nr. 3
Tá hendan samgongan tók við, veitti hon ein málrættaðan skattafrádrátt til lærlingar. Hetta gav lærlingum eitt munandi ískoyti, og gjørdi tað meira lønandi at arbeiða nakrar tímar yvir. Tí eru lærlingar í dag munandi betri stillaðir til at taka ímóti tí prísvøkstri, sum nú rakar alt samfelagið, enn hvat teir annars høvdu verið.

Lærlingar, sum mugu ferðast til og frá læruplássi ella skúla, hava møguleika til at søkja um ferðastuðul.

Lesandi fáa ikki ferðastuðul, men kunnu keypa skúlakort frá strandferðsluni, sum gevur teimum bíligan flutning millum skúla og heim.

Tískil eru longu í dag skipanir, sum stuðla undir, at fólk kring alt landið kunnu vera undir útbúgving og í læru.

Í Fíggjarmálaráðnum eru sostatt ongar ítøkiligar ætlanir um serlig fíggjarlig ískoyti til lærlingar ella lesandi, sum mugu brúka bil til at ferðast millum skúla/arbeiðspláss og heimið.

Tað er annars Uttanríkis- og mentamálaráðið sum varðar av studningsskipanum til lærlingar og lesandi.

Tinganes, 7. oktober 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo