Føroya Tele hevur áhaldandi arbeitt við at fáa lættari atgongd til Google Play í Føroyum, soleiðis at føroyski brúkarin fær gagnnýtt sína telefon eins og brúkarar í øðrum londum. Frambrot er á hesum øki og føroyskir brúkarar hava nú somu atgongd til appir og tænastur, sum brúkarar í Danmark.
– Saman við politikarum og embætisfólki í Føroyum og Danmark, hava vit arbeitt miðvíst við at fáa hendan hentleikan at rigga. Umframt samskiftið við Google í Danmark, hevur eisini verið samskift beinleiðis við leiðandi fólk á ovastu rók í høvuðssætinum hjá Google í San Francisco. Vit eru sera fegin um at Google endiliga kann bjóða okkara brúkarum buyer support til Google Play, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.
Ítøkiliga merkir hetta, at appir, sum áður ikki hava verið tøkar á Google Play í Føroyum, nú kunnu takast niður. Eisini hava brúkarar fingið atgongd til in-app purchases. Hetta fevnir eitt nú um at tekna sær hald ella keypa tænastur í appum. Somuleiðis fáa vit nú atgongd til nýggjastu appir, tá framleiðarar velja útbreiðslu til Danmarkar. Hetta er eisini galdandi, tá føroyingar menna appir og leggja tær á Google Play.
– Ofta raðfesta altjóða fyritøkur ikki smærri tjóðir høgt, men eins og vit í 2018 fingu +298 góðkent hjá Apple og sama fyritøka tók føroysku stavirnar til sín árið eftir, hevur Google nú endiliga raðfest Føroyar og Grønland. Vit eru sera fegin um hetta gjøgnumbrot, ið er til stóran frama fyri ein týðandi part av okkara kundum, sigur Jan Ziskasen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo