Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Fatalisma. Lagnutrúgv. Í donsku lýsingini av orðinum stendur, at ”skæbnetroen er en tilgang til selvrealisering, hvor der er fokus på at forløse noget, som er givet os på forhånd, så man kan leve det liv, man mener, at man er bestemt til at leve.”

Mr. News himself, John Johannesen, er ein av hesum sum trýr, at  hevði hann búð í Hiroshima í 1945 - so kundi hann havt verið dripin.

Tíbetur vildi lagnan tað so, at John als ikki var føddur tá. So John var faktiskt ótrúliga heppin.

Í summar skrivaði John á sínum Facebook profili um dráp í London Pub í Oslo. Tað var ræðuligt í sjálvum sær. Men tað kundi verið so nógv ræðuligari, sigur John, tí um hann hevði yvirnáttað í Oslo ta náttina, so hevði hann heilt vist vitjað London Pub. So kundi hann havt verið dripin.

Hvat er lagnan ikki ótrúlig?

Men hatta var bara eitt dømi. Tá skjótaríið var í Fields, kundi John eisini havt verið skotin. Tí hann ætlaði sær í Bilka at keypa nýtt kuffert. Men hann var eitt korter ov seinur. “Var eg til tíðina, kundi eg verið deyður í dag”, staðfesti John aftaná á Facebook fyri sínum mongu lesarum.

Ótrúligt.

Og so kom eldur í heima hjá Høgna Hoydal. Og har kundi John verið farin upp í royk. Hann skrivar: “Eg skuldi gera samrøðu við Høgna í gjár, men eg hevði forsovið meg 10 minuttir. Var eg til tíðina, kundi eg verið deyður í dag.”

Fantastiskt. Sum øll vita, so var Høgni líka heppin, tí hann var vist slett ikki heima.

Ræðuligt at hugsa sær, at um John hevði havt sovið heima hjá Høgna, og báðir høvdu havt forsovið seg – so vóru báðir farnir upp í royk.

Men lagnan hevur verið John eitt størri vælsignilsi enn so.

Herfyri hvarv ein kvinna á Trælanípuni. Mett var, at hon var farin fyri bakka og deyð. Hetta var ein øgiligur skelkur fyri John, sum skrivaði til sínar mongu lesarar á Facebook: “Eg havi eisini verið á Trælanípuni, og har er sera vandamikið. Eg kundi eisini verið horvin.”

Tá mann so hugsar um, at John nýliga var krígskorrespondentur í sambandi við kríggið í Ukraina, so er tað heilt ófatiligt, at hann enn er á lívi.

Hóast John bara rapporteraði úr taxabili pólskumegin markið, so kundi John væl havt fingið handan vilsta russiska missilin í heysin – tí hann kom langt inn um mark. Enn einaferð smíltist lagnan til John.

Hansara hepni var, at rakettin “rakti ikki langt frá” har John vitjaði fleiri mánaðir frammanundan. Sum mann kann vera heppin.

Carl Barks skapti figurin, vit á donskum kallaðu Fætter Højben. Eitt altíð heppið systkinabarn hjá Dúnaldi. Í fleiri søgum er hansara hepni hansara vanlagna.

Carl Barks megnaði ongantíð at skapa sympati fyri systkinabarninum, sum vann hvørt lottarí, men aldri gjørdist eydnusamur.

Við sínum ómetaliga hepni minnir John ikki sørt um Højben.

Alt annað líka, so er undirhaldsvirðið stórt í sjálvrealiseringini hjá John.

Logikkurin og trúverdigheitin í niðurstøðunum kvalifisera avgjørt til eitt starv á frihedsbrevet.fo   

Kanska tað var lagnunnar speisemi, at John ikki var staddur norðanfyri í gjárkvøldið. Tí so kundi hann verið undirkavaður. Og frystur íhel. Men hann var so heppin slett ikki at vera norðanfyri.

Tað er skítfarligt at liva. Mann kann doyggja av tí.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo