Hagstovan: Verður hugt nærri at prísgongdini seinasta árið í londunum kring Føroyar, sæst, at árligi prísvøksturin í mai var nakað lakari enn í hinum norðurlondunum og ES-londunum. Tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var enn lakari, nevniliga 2,9 prosent.
Í mai var árligi prísvøksturin í Noregi 6,7 prosent. Nú er prísvøksturin í Noregi størri, enn hann er í Føroyum, men til tað kann nevnast, at Noreg hevur havt lakari prísvøkstur enn Føroyar í øllum uppgerðum undan hesari síðan februar 2022. Prísvøksturin í Finnlandi liggur á sama stigi, sum hann ger í Noregi á 6,8 prosentum.
Í Svøríki og Íslandi var harafturímóti nakað hægri prísvøkstur, næstan 10 prosent. Miðal prísvøksturin fyri ES-londini var góð 7 prosent. Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo