Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Seinastu vikurnar hevur laksapríurin verið methøgur, og okkurt partí hjá føroyskum útflytara er farið fyri 17 dollarar per kilo, ella 116,20 føroyskar krónur per kilo, sum er met.

Men tað er ikki bara føroyski laksaprísurin sum er høgur í løtuni, tað er tann norski eisini.

Og NRK skrivar, at orsøkirnar eru fleiri til, at laksaprísurin er methøgur.

Ein orsøkin er at eftirspurningurin er stórur eftir laksi, men lítið er á marknaðinum, og ein onnur at framleiðslan eisini hevur verið lítil hjá stóru framleiðaralondunum: Kili, Skotlandi og Føroyum.

- Hartil hevur tað verið kalt sum so ger at tað tekur longri áðrenn laksurin fær røttu vektina 4–5 kilo, skrivar NRK.

IntraFish skrivaði nú ein dagin, at norskur laksur er seldur til Asia fyri upp til 140 nkrónur per kilo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo