Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmaður á Ólavsøku: Í hesum døgum eru nógv, sum stúra. Sum eru ótrygg. Eitt nú í Ukraina, har 10 milliónir eru flýggjað 
frá húsi og heimi.

Orð kunnu ikki lýsa tað, sum hendir har nú. Hetta er álvarsamasta støðan í Evropa síðani seinna veraldarbardaga.

Føroyar fordøma russisku innrásina og kríggið í Ukraina. Tí hava vit sett tiltøk í verk, sum eru við til at leggja trýst á Russland.

Vit noyðast nú at geva til kennar, hvar vit standa trygdarpolitiskt – og ikki minst moralskt.

Tí eiga vit politikarar at viðgera neyvt, hvørja støðu vit skulu taka, tá ið um Russland ræður. Eisini frameftir. Hetta er ikki eitt samgongu – ella andstøðumál. Øll politiska skipanin má standa saman. Eins 
og vit stóðu saman um at lata samfelagið upp fyri flóttafólki.

Umleið hálvthundrað ukrainar liva nú trygt innan føroysku garðarnar.

Tey hava møtt føroyskum hjálpsemi og gestablídni. Tey hava fingið bústað og eru farin til arbeiðis og í skúla.

Millum teirra eru Tatsiana og Vitalii Turbin – og børn teirra, tvey ára gamli Mykhailo og átta ára gamla Anastasiia.

Tá ið Russland gjørdi innrás, var ikki verandi í íbúðini á 6. hædd. Tey funnu skjól í einum myrkum kjallara hjá familju, meðan rakettir og bumbur løgdu landið í oyði.

Tey gjørdu av at taka til rýmingar. Hóast tað var torført at fara, vildu tey fáa børnini burtur úr lívsvanda. 

Í fimm dagar flýggjaðu tey gjøgnum krígsherjaða landið og máttu sova í bilinum.

Nú eru tey her.

Enn stúra tey. Um heimlandið, familju og vinir. Men í Føroyum eru børnini trygg. Hvørki ávaringarlúðrar, bumbur ella rakettálop fáa tey at óttast fyri lívinum.

“Landið her er kalt,” sigur Tatsiana, “men fólkini eru heit.”

Avgerðin um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina er ein varði í politisku søgu okkara. Tað hevur kravt nógvar fyrireikingar.

Samstarvið millum stovnar, felagsskapir og politisku flokkarnar hevur verið framúr. Og føroyingar hava tikið væl ímóti, segði løgmaður.

Les alla røðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo