Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit mugu sleppa undan dýru og dálkandi oljuni beinanvegin.

Politisku flokkarnir eru samdir um, at øll orka á landi skal koma frá grønari orku í seinasta lagi í 2030. Tí roynir politiska skipanin at eggja bæði vinnuni og húsarhaldinum at leggja um til grønar orkuskipanir.

Tað er frálíkt, at vinnan og fleiri og fleiri húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men landið eigur sjálvandi at ganga á odda í grøna orkuskiftinum. Tað ger landið ikki.

Landið sigur útvið 200 bygningar kring landið og av hesum brúka 9 av 10 framvegis oljufýr. Og tað er ikki gott nokk.

Veðurlags- og orkukreppa
Vit eru bæði í eini veðurlags- og orkukreppu, og eiga tí skjótast gjørligt at umleggja alt samfelagið frá olju til varandi orkuloysnir. So vit kunnu sleppa undan dýru og dálkandi oljuni.

Her má landið vera ein fyrimynd.

Við verandi oljuprísum kostar tað á leið 35 mió. kr. um árið at hita almennu bygningarnar upp. Landsverk metir, at umleggingin til varandi orkuloysnir fer at kosta landinum 84 mió. kr. í alt, og mælir til at seta 15 mió. kr. av um árið fyri at leggja um.

Tá allir almennu bygningarnir hava lagt um til grøna orku, kann væntast, at landið sparir slakar 20 mió. kr. í rakstri. Um árið. Hvørt ár. Men vit mugu brúka pengar fyri at spara pengar.

At leggja um til varandi orku er tí ein sera skilagóð íløga, tí hetta bæði er við til at minka um okkara útlát, samstundis sum landið sparir í rakstri.

Vit hava tørv á skilagóðum íløgum og skilagóðum avgerðum.

Aksel V. Johannesen,
formaður Javnaðarfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo