Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Drotning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829. Christian kongur tann tíggjundi legði grundarsteinin til Drotning Alexandrines Hospital og húsið bleiv tikið í brúk 23. februar 1924, skrivar Wikipedia.

Drotning Alexandrines Hospital ella Landssjúkrahúsið, sum tey flestu nevna tað, er eitt meginsjúkrahús í Føroyum, afturat tí eru tvey lokal sjúkrahús í Klaksvík, Klaksvíkar Sjúkrahús, og á Tvøroyri, Suðuroyar Sjúkrahús. Drotning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu í 1924. Drotning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829Christian kongur tann tíggjundi legði grundarsteinin til Drotning Alexandrines Hospital í juni 1921, og húsið bleiv tikið í brúk 23. februar 1924Petur Mohr Damløgmaður, legði grundarsteinin til Landssjúkrahúsið hin 19. juni 1962Landssjúkrahúsið var liðugt at taka í nýtslu í 1968 - 1970 (B-bygningurin).[1] Psykiatriski Depilin varð tikin í brúk í 1971. Nýggi G-bygningurin varð tikin í nýtslu í 2004. Landssjúkrahúsið er tað størsta einstaka arbeiðsplássið í Føroyum við umleið 850 starvsfólkum býtt í umleið 30 starvsbólkar. Har eru 6 deplar, 29 sergreinar (íroknað 9 konsulentskipanir), 180 seingjarpláss, 8.000 árligar innleggingar, 50.000 árligar ambulantar vitjanir, 506.388 árligar kanningar í klinisk kemi, 32.000 árligar røntgenkanningar, harav 8% frá Suðuroyar Sjúkrahúsi og 17% frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.[2] Landssjúkrahúsið er málsøkið hjá Heilsumálaráðnum.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo