Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri einum lítlum mánað síðan dyrgdi Kommunufelagið í almennum brævi eftir at fáa greiði á, nær ið landsstýrið ætlaði at lýsa í kunngerð, hvussu ætlingin var at endurgjalda fyri kommunala missin av øktum veiðigjaldi og tøkugjaldi. Javning fyri lønarlyfting var eisini á skrá, somuleiðis stytt arbeiðsvika og spurt var eisini eftir kunngerðini um víðkað skuldarmark. Kompensatión fyri missin av havnastongslinum var eisini nevnd.

Stutt eftir hetta heitti løgmaður á Kommunufelagið um at koma á fund í Tinganesi. Fundurin var settur hin 22. september kl. 13:30. Staðfest varð, at uppskot til kunngerðir nú vórðu sendar til hoyringar um skuldarmark og veiði- og tøkugjøldini. Lønarlyftið verður eisini avgreitt sambært semju millum partarnar, meðan arbeiðsvikan og havnastongsilin lata bíða eftir sær.

Skúlabarnaflutningur - endurgjald til næmingaflutning - var als ikki á skrá til hendan fundin, og samráðing hevur ongantíð – ongantíð yvirhøvur - verið millum Kommunufelagið og landsstýrið um hendan spurningin. Kortini var tað á hesum fundinum, at ein landsstýrismaður, í einari óviðkomandi viðmerking, við fundarlok, nevndi hendan møguleikan, at skipanin skuldi strikast. Landsstýrisflokkarnir høvdu tá gjørt semju um uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024, og eftir øllum at døma var flytingin av hesari útreiðsluni úr landskassanum yvir í kommunukassarnar ein partur av semjuni. Eisini tí kann landsstýrismaðurin hava kent eitt trýst á sær, at ”kunna” um hesa manøvruna, sum hann hevði gjørt í raðfestingini í ráðnum.

Á blaðsíðu 209 í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024 stendur skrivað:

“Fyri at javnseta allar kommunur verður mett rímiligt at taka burtur endurgjaldið, sum nakrar kommunur fáa til næmingaflutning. Talan er um eina endurgjaldsskipan, sum mett verður, at tíðin er farin frá, nú fleiri kommunur hava mist rættin til endurgjald, tí tær hava valt at verða samanlagdar í størri eindir. Endurgjaldið verður einans veitt, um næmingaflutningurin er um kommunumark. Lógaruppskot um at taka burtur endurgjaldið til næmingaflutning verður tí lagt fyri Løgtingið saman við fíggjarlógaruppskotinum. Í 2024 verður tí ongin játtan til skúlabarnaflutning”.

Strikaða upphæddin er áleið 2,2 milliónir krónur.

Í dag hevur Kommunufelagið sent fíggjarnevnd løgtingsins soljóðandi bræv:

“Viðvíkjandi: Uppskot um at taka burtur endurgjald til næmingaflutning

Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er farið í fíggjarnevndina, er ætlanin hjá landsstýrinum at strika stuðulin til skúlabarnaflutning, tilsamans góðar 2,2 mió. kr.

Stuðulin verður latin kommunum, sum hava fyri neyðini at senda næmingar sínar í aðra kommunu at ganga í skúla. Talan er í flestu førum um smáar kommunur, sum ikki hava eitt neyðugt barnagrundarlag til at skipa ein vælvirkandi skúla í nærumhvørvinum.

Sambært tekstinum í uppskotinum til fíggjarlóg verður broytingin gjørd fyri at javnseta allar kommunur soleiðis, at eingin kommuna nú fær stuðul. Kommunufelagið metir ikki, at hetta er nøkur haldgóð grundgeving, heldur tvørtur ímóti.

Endurgjaldið er júst ætlað til at javnstilla kommunur, soleiðis at tær kommunur, sum hava fyri neyðini at senda børn síni í aðrar kommunur at ganga í skúla, ikki skulu bera allar eykaútreiðslurnar, ið standast av hesum.

Tað tykist eyðsýnt, at ætlanin við uppskotinum fram um nakað annað er at flyta útreiðslurnar frá landskassanum til nakrar útvaldar kommunukassar, sum ofta ikki hava stóra fíggjarliga orku frammanundan.

Kommunufelagið kann ikki taka undir við uppskotinum, og mælir landsstýrinum til at finna aðrar neyðugar sparingar á fíggjarlógini, heldur enn at áleggja kommununum fleiri útreiðslur.”

Sama áheitan er í dag farin til fíggjarnevndina, sum nú fer undir at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum. Vónandi tekur nevndin áheitanina frá Kommunufelagnum til eftirtektar.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo