Rættarlig samkensla við tí seka er svik móti tí óseka
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ólavsøkurøðan 2023: Landsstýrið kannar, um almenni geirin virkar nóg væl. Hóskar hann til støddina á samfelagnum? Kunnu vit skipa okkum øðrvísi og bíligari?

Vit noyðast at veita somu ella betri tænastur fyri somu ella færri útreiðslur. Tí vit verða støðugt færri at rinda. Og vit skulu altíð minnast, at tá ið landið rindar, ja, so er tað Føroya fólk og føroysk vinna, sum rindar.

»Almennir pengar« er bara eitt annað heitið fyri hart tjentar pengar.

Tí skal hvør króna brúkast við skili. Samstundis mugu vit halda vælferðarskyldurnar. Tað er ein torfør javnvág. Men hon má finnast.

Lat meg sláa fast, at búskapurin er væl fyri, um vit skuldu fingið eitt tíðarskeið við mótgongd.

Vit hava fingið avlop á fíggjarlógini, og Føroyar eru ikki serliga skuldarbundnar sammett við onnur lond í Vesturheiminum.

Men vandin lúrir í langtíðarbúskapinum.

Tí mugu vit tillaga barlastina nú, sdgði løgmaður.

Øll røðan kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo