Rættarlig samkensla við tí seka er svik móti tí óseka
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Helgi Abrahamsen á Facebook: Á tingfundinum í gjár setti eg landsstýrismanninum við vinnumálum ein ófráboðaðan fyrispurning um støðuna viðvíkjandi liðugtvørum í alivinnuni, har hundraðtals fólk kunnu missa sítt arbeiði.

Á einum tiltaki í Eysturoynni í summar segði landsstýrismaðurin, at hann var sinnaður at tillaga tøkugjøldini, fyri at loysa henda trupulleikan. Eg spurdi hann tí, hvørji loysn hann fór at koma við, og nær hann ætlaði at koma við loysnini. Eg spurdi eisini meira ítøkiliga, um hann fór at broyta tøkugjøldini og nær hann fór at gera tað.

Men landsstýrismaðurin gav ikki nakað lyfti, og hann segði eisini, at tað eru ikki tøkugjøldini, sum eru trupulleikin.

Tað er nú, hann má handla, um fólk ikki skulu missa arbeiði, men svarið frá landsstýrismanninum gevur ikki góðar vónir um, at landsstýrið fer at handla í hesum málinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo