Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, skoðaðu bakkaverjurnar, ið eru gjørdar at verja fornminnini í Kirkjubø

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum og Jóannes Patursson, bóndi og formaður í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar Kirkju, greiða Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá, hvussu brimið verður brotið av verjugrótinum, ið er lagt útfyri

Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, vitjaði seinnapartin fríggjadagin í Kirkjubø, har hon skoðaði arbeiðið, sum Tjóðsavnið og Landsverk hava gjørt fyri at verja fornminnini í Kirkjubø.

Seinastu tvey árini hava Tjóðsavnið og Landsverk arbeitt við at gera eina bakkaverju undir Ólavskirkjuni, framman fyri Kirkjubømúrin og framman fyri fornleivdirnar av Líkhúsi sunnan fyri Múrin. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at landsstýriskvinnan í dag kom á vitjan at skoða bakkaverjuna.

- Áhaldandi arbeiði við bakkaverjum framman fyri tey fornminni, ið eru hótt av brimi og máan, er sera týðandi. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at tryggja fornminni í Kirkjubø og á Sondum á Sandi. Arbeiðið heldur fram, og farið verður eisini undir at leggja eina ætlan fyri, hvussu fornminni fram við bakkanum aðrastaðni í landinum kunnu verða vard, eitt nú fornminnini á Bønhúsfløtu á Nesi í Hvalba, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Í 2023 er játtanin á Løgtingsfíggjarlógini til endamálið 750 tús. kr.

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum og Jóannes Patursson, bóndi og formaður í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar Kirkju, greiða Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, frá, hvussu brimið verður brotið av verjugrótinum, ið er lagt útfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo