Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Niels Christian Nolsøe, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya, Armgarð Weihe, fulltrúi í almanna- og mentamálaráðnum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í almanna- og mentamálaráðnum, Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya og Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í almanna- og mentamálum. Laura Kathrine Apol frá Listasavninum tók myndina.

Almanna- og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, vitjaði í seinastu viku á Listasavni Føroya, sum er tjóðlistasavn Føroya og varðar av myndlistaliga mentanararvinum.

Karina Lykke Grand, stjóri, greiddi frá fjølbroytta og vaksandi virkseminum á Listasavninum. Listasavnið hevur seinastu árini lagt seg eftir at hava fjølbroyttar tænastur til barnafamiljur, skúlanæmingar og vitjandi annars. Hetta sæst aftur í vitjanartølunum, sum eru meira ein tvífaldað.

Listasavnið hevur eina stóra samling av føroyskari list. Í føstu framsýningini á Listasavninum verða fleiri høvuðsverk í føroyskari list sýnd fram. Harafturat eru skiftandi framsýningar, har roynt verður at raka ymsar málbólkar, so at listin verður viðkomandi hjá so nógvum sum gjørligt.

Niels Christian Nolsøe, stýrisformaður og Karina Lykke Grand greiddu eisini frá framtíðarætlanunum hjá savninum. Tað hevur í nøkur ár verið arbeitt við ætlanum um at høvuðsumvæla Listaskálan, sum er eldri partin av Listasavninum, tí hann er í sera ringum standi, og livir ikki upp til nýtíðar krøv til ein savnsbygning.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var sera fegin um at síggja Listasavnið og einastandandi samlingina av føroyskari list.

- Tað hevur alstóran týdning, at stóra listasamlingin hjá Listasavni Føroya verður sýnd fram og varðveitt í tíðarhóskandi og tryggum hølum. Tað er tí átrokandi, at bygningarnir hjá Listasavninum verða dagførdir sum skjótast, sigur landsstýriskvinnan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo