Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Mánadagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, hjá fyritøkuni Petur Larsen í Fuglafirði. Petur Larsen hevur í meiri enn 50 ár veitt tænastur til fiskivinnuna á sjógvi og landi bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur í dag kundar í 11 ymiskum londum.

Seinastu árini hevur Petur Larsen víðkað kjarnuvirksemið og arbeitt miðvíst við menning av nýggjum maskinum og nýggjum tænastum til fiskivinnuna. Undir vitjanini í Fuglafirði greiddu Rógvi Róin, stjóri, og Robert Andreasen, menningarleiðari, frá spennandi virkseminum hjá fyritøkuni, sum nú eisini gongur nýggjar leiðir.

”Framhaldandi menning av fiskivinnuni hevur týdning bæði fyri vinnuna og samfelagið – eisini, tá hugsað verður um spurningin um virðisøking innan fiskivinnuna, sum landsstýrið hevur sett á breddan. Tí er eisini hugaligt at síggja, at føroyskar fyritøkur arbeiða miðvíst við at menna nýggjar maskinur og tænastur innan høvuðsvinnu okkara” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, eftir vitjanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo