Omma var 60, tá hon fór at ganga 5 kilometrar um dagin. Hon er 96 nú, og vit vita ikki, hvar tramin hon er
- Ellen DeGeneres

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavík: Ferðamannaskipið National Geographic Explorer kom inn á Elduvík í seinastu viku. Í hesum sambandi vitjaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Elduvík.

Orsøkin til vitjanina er, at í Runavíkar kommunu hava tey lagt seg eftir, at royna øðrvísi hættir at skipa móttøku av ferðamannaskipum. Í nøkur ár hava tey ment ein leist, har hvør cruisevitjan verður fyriskipað av einum cruisetoymi, ið er samansett av Runavíkar Havn, Visit Runavík og bygdafólkinum. Í felag hava tey ment eina burðardygga vøru til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum. Hugsanarhátturin er at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. “Vit leggja okkum eftir at verða sosial burðadygg  og tað er sera týdningarmikið at trivnaður og nøgdsemi er á breddanum, tá ið vit skipa ferðavinnu,” sigur Marjun Niclasen frá Visit Runavík.

Í Elduvík fekk Landsstýrismaðurin orð á lokala cruisetoymið og fekk innlit í veitingar og ymsu tilboðini sum heild. Harumframt var høvi til eitt prát við ferðafólk og samstarvspartarnar Tor Shipping og MB tours.  “Vit royndu hendan nýggja leistin í Elduvík fyri trimum árum síðani, og reiðaríini vilja fegin gjalda fyri serstaka upplivingarpakkan, ið vit bjóða” leggur Rannvá Troest, cruiseumboð hjá Runavíkar Havn afturat.

Umframt at øll ferðafólkini hava goldið fyri vitjanina í Elduvík, áðrenn tey koma í land, brúka tey fitt av peningi at keypa í handlinum, ið er settur upp í sambandi við vitjanina. Tilboðið at koma inn á Elduvík, við smábátum frá ferðamannaskipum, er forkunnugt og tað sleppa bert trý skip til Elduvíkar um árið. “Arbeitt verður støðugt við at menna líknandi nýskapandi loysnir til allar havnirnar, ið taka ímóti ferðamannaskipum í Runavíkar kommunu” endar Rannvá Troest við.

Í ár vitja 17 ferðamannaskip í Runavíkar havn, ávíkavist 13 í Runavík, 3 í Elduvík og 1 í Funningi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo