Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í hesum ári brúkar landið 800 milliónir krónur til nýbygging, samstundis sum bara ein millión er sett av til asfaltering.

Vanliga verður mett, at ein vegur skal asfalterast 15. hvørt ár, og at tað kostar á leið tvær milliónir krónur at asfaltera hvønn kilometur.

Í Føroyum eru slakir 500 kilometrar av landsvegi, so við verandi ferð tekur tað 950 ár at asfaltera allar landsvegirnar í landinum.

Sambært Landsverki er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av landsvegakervinum 375 milliónir krónur. Skulu vit koma hesum til lívs, so er neyðugt at játta áleið 60 milliónir krónur árliga.

Taka vit vegastrekkið millum Gøtu og Fuglafjørð sum dømi, so eru næstan 30 ár síðani, hetta strekkið varð asfalterað. Lat okkum byrja her, og síðani fara vit undir eina miðvísa ætlan at viðlíkahalda alt landsvegakervið í Føroyum.

Alt gott um at byggja nýtt. Men tað ger onki, um vit brúka eitt lítið sindur færri pengar uppá at klippa snórar, so tað verður rúm fyri at brúka meira uppá viðlíkahald.

Longur vit bíða við viðlíkahaldinum, størri verður upptakið, og tað verður ikki bíligari. Tvørturímóti, so verður tað nógv dýrari.

Og meðan vit bíða gerast vegirnir ótryggari. Tað merkja øll, sum javnan koyra millum bygdir í Føroyum. Tað er ikki skilagott.

Tað má vera skil í avgerðunum.

Aksel V. Johannesen,
formaður í Javnaðarflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo