Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á heysti í fjør kom Føroya Lærarafelag upp í málið um skúlasamanleggingina. Skipanin av skúlabygnaðinum er kommunalt øki, og tað leggur Lærarafelagið seg ikki út í. Men eyðvitað, so hava bygnaðarbroytingar eisini ávirkan á starvsfólkaviðurskiftini. Sum fakfelag umboðar Lærarafelagið starvsfólkini, og sum arbeiðsgevari varðar Mentamálaráðið av starvsfólkunum.

Í september varð Lærarafelagið boðið til fund í Mentamálaráðnum um skúlasamanleggingina í Sunda kommunu. Á fundinum kom fram, at allir skúlaleiðararnir í skúlunum í kommununi fóru at verða uppsagdir frá 1. januar 2016. Umboðini fyri Lærarafelagið førdu fram, at felagið ikki fór at góðtaka skúlaniðurlegging sum grundgeving fyri uppsøgnum, so leingi sum mann ikki visti, um borgararnir í skúlaumdømunum fóru at krevja fólkaatkvøðu fyri ella ímóti eini niðurlegging, og enn minni visti, hvat úrslitið av møguligum atkvøðugreiðslum fór at verða. Hetta órógvaði ikki Mentamálaráðið. Sambært teirra tulking av ásetingini um fólkaatkvøðu um ætlaða skúlaniðurlegging, so var úrslitið uttan týdning. Um borgarar søgdu nei til at leggja ávísan skúla niður, so merkti tað bara, at undirvísing skuldi vera á staðnum, og ikki, sum Lærarafelagið metir, at skúlin skal halda fram við sjálvstøðugari leiðslu og egnum skúlastýri.

Spurningurin um, hvat ein sjálvstøðugur skúli er, hevur ikki bara áhuga hjá Lærarafelagnum, men eisini hjá borgarunum í skúlaumdømunum. Í Hósvík og Hvalvík kravdu borgararnir fólkaatkvøðu. Tað er eingin ivi um, at borgararnir sóu fyri sær, at eitt ja fyri at varðveita skúlan merkti, at skúlin varð varðveittur í verandi líki við egnari leiðslu og egnum skúlastýri. Og ikki sum býráðið helt uppá, at avmarkað undirvísing á staðnum leyk treytirnar fyri skúla. Tað kemur týðiliga til sjóndar, at í spurninginum um skúlabygnað eru fleiri sjónarhorn. Fyri Føroya Lærarafelag er tað fyrst og fremst starvsfólkaviðurskiftini, ið hava áhuga. Tað verður skotið Lærarafelagnum í skógvarnar, at felagið er ímóti broytingum í skúlabygnaðinum. Tað er ein misskiljing, tí felagið tekur undir við flestu av grundgevingunum til frama fyri størri skúlaeindum. Starvsfólkaviðurskiftini eiga tó at verða loyst virðiliga, og har metir felagið, at eitt sindur manglar í.

Fyri borgarunum á staðnum er skúlin í stóran mun ein spurningur um trivnað og menningarmøguleikar. Tað er vert at minnast til, at tað er ikki serstakt føroyskt fyribrigdi at berjast fyri lokala skúlanum; tað er væl kent í londunum uttan um okkum. At fólkaatkvøðurnar í hesum føri eisini fingu dám av handhevjing av fólkaræðinum er áhugavert.

Í farna mánaði sendi Lærarafelagið Løgtingsins Umboðsmanni spurningin um, hvat ein sjálvstøðugur skúli er, at útgreina. Fyri Lærarafelagið er tað ein spurningur, um uppsagnirnar vóru grundaðar ella ikki, men tað er so avgjørt ein spurningur, sum eisini hevur almennan áhuga.

Herálvur Jacobsen í oddagrein í Skúlablaðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo