Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var bara ein flokkur sum var ímóti, tá danskir politikarar í kvøld tóku støðu til føroyska ynski at hava fólkatingsvalið ein dag fyrr í Føroyum enn í Danmark. Tað var flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne.

Løkke, sum hann vanliga verður nevndur í Føroyum, skrivar á Twitter, at hann heldur tað ikki vera so heppið, at úrslitið av valinum ikki verður greitt samstundis í øllum ríkisfelagsskapinum, tí tað skapar ein vanda fyri ávirkan.

Hann ivast eisini í, um føroyingar standa saman um ynskið at flyta valið. Og hann heldur annars eisini, at tað er "nakað rót" at valið ikki er samstundis í øllum ríkisfelagsskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo