Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Málið um nýggju kirkjuna á Argjum byrjaði í 2006, tá kirkjuráðið søkti um loyvi at um- og útbyggja verandi kirkju. Býráðið mælti tá til heldur at byggja nýggja kirkju á øðrum stað. Kirkjuráðið søkir í 2007 um loyvi  at byggja á Cepa-trøðni, men kommunan frámælir, tí hon vil kanna aðrar møguleikar eisini.

Býráðið setir síðan nevnd at kanna aðrar staðsetingar og mælir í niðurstøðuni til at byggja á økið við Sandá. Januar í 2008 samtykkir byggi- og býarskipannarnevndin at staðseta kirkjuna á hesum øki og at hoyra friðingarmyndugleikarnar. Juli/august sama ár gera náttúrufriðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin av at loyva bygging á økinum.

Í mars 2010 samtykkir býráðið at broyta almennu byggisamtyktina og samtykkir serstøku byggisamtyktina fyri Argja kirkju. Apríl sama ár fær býráðið tvey mótmæli, tað eina við 241 undirskriftum.

Apríl 2011 søkir Áhugabólkurin fyri Sandá friðingarmyndugleikarnar um at friða økið við Sandá. Oktober sama ár avger yvirfriðingarnevndin ikki at friða økið og í november 2012 varð endaligt skeyti undirskrivað og tinglýst.

Arkitektakapping
Í 2015 var arkitektakapping við støði í økinum við Sandá útskrivað. Inn komu 23 uppskot. Kvalifiserað dómsnevnd við m.a einum norskum serfrøðingi og føroyskum arkitektum valdu uppskotið hjá Brim-arkitektum sum vinnara. Í grundgevingunum fyri hesum vali sigur dómsnevdin m.a., at uppskotið hjá Brim-arkitektum tekur serlig atlit til økið, og at kirkjan stendur sera væl í lendinum.

Fundur við kommununa
2019 er innleiðandi fundur við kommununa og skipannaruppskot verður handað kommununi. Um somu tíð handar áhugabólkurin við Sandá býráðnum skriv við umleið 2200 undirskriftum á facebookbólki, sum mótmælir, at kirkjan verður bygd við Sandá. Grundgevingin fyri mótmælið byggir m.a á, at nógv fólk ganga eftir gøtuni, sum gongur gjøgnum økið, og at økið er serstakt við upprunavøkstri og vøkrum steinum.

Kirkjuráðið saman við arkitektunum og býráðnum settu seg saman at kanna, um tillaðingar kundu gerast fyri at ganga áhugabólkinum á møti. Niðurstøðan varð, at kirkjan var flutt 5 m longur burtur frá ánni og so langt vestureftir, sum friðingarmarkið loyvir, so at vakra grótlandslagið eystan- og norðan fyri kirkjuna kan blíva varðveitt. Tveir ella tríggir stórir steinar, sum eru á grundstykkinum, skulu somuleiðis flytast út um. Parkeringsøkið bleiv tillagað, so tað fylgir ánni. Zinktekjan var broytt til flagtekju, so hon hóskar upp aftur betur til lendið.  Meginparturin av grunstykkinum er ikki upprunalendi, men útjavnaður avgrevstur av Støðlagøtu.

Eingin forðing eftir gøtuni
Eg dugi ikki at síggja, at kirkjan fer at forða fólki at ganga túrar eftir gøtuni ella annars at njóta náttúruna og Sandá. Gøtan og Sandá verða órørd. Tvørturímóti fer kirkjan at vera eitt prýði fyri økið og fer at skapa lív og heldur draga fólk til heldur enn at stoyta fólk burtur. Kirkjuráðið vil gera alt, sum gerast kann, fyri at økið rundanum kirkjuna skal vera so vakurt og hugnaligt, sum tilber.

Í oktober 2020 søkir kirkjuráðið um prinsipielt byggiloyvi á matr. nr. 115 á Argjum, og í mars 2021 samtykkir byggi- og bárskipannarnevndin at loyva bygging av nýggjari kirkju á Argjum. Prinsipielt byggiloyvi er givið 11. mars 2021. Juridiskt hevur kommunan harvið skrivliga váttað, at byggiætlanin er innan byggisamtyktina og kann fáa byggiloyvi.

Yvirfriðingarnevndin gevur endaligt loyvi
Eftir at Áhugabólkurin hevur kært avgerðina til yvirfriðingarnevndina, staðfestir yvirfriðingarnevndin í oktober 2021 avgerðina frá mars 2010 og gevur endaligt loyvi til bygging av nýggjari kirkju.

Í januar 2022 biður Elsa Berg um at fáa málið á skrá á býráðsfundinum.

Apríl 2022 søkir áhugabólkurin friðingarmyndugleikarnar um at taka málið uppaftur um friðing av økinum. Men í mars 2023 tekur yvirfriðingarnevndin avgerð um, at nevndin ikki tekur málið upp til nýggja viðgerð.

Umsitingin tilmælir
Í juni 2023 sendir kirkjuráðið kommununi endaligu tekningarnar, soleiðis at byggiloyvið kann avgreiðast endaligt  Umsitingin í býráðnum avgreiddi málið seinni í mánaðnum og mælti til at útskriva endaligt byggiloyvi.  § 10, stk. 1, í býarskipanarlógini ásetir, at góðkenda byggisamtykt skulu øll virða.  T.v.s. ikki bara tey, ið ognina eiga og nýta, men eisini tey, sum í henni eiga veð, og onnur, sum hava rættindi til ognina – uttan mark fyri, nær hesi rættindi eru fingin.  § 10 hevur við sær, at servituttar, ið ikki eru sambæriligir við byggisamtyktina, detta burtur/missa sín týdning, tá byggisamtykt er góðkend.

Eftir hetta kravdi býráðslimur málið aftur fyri býráðið, og har hevur tað ferðast millum býráðið og byggi- og býarskipannarnevndina síðani.

Eingin nýggj staðseting
Í oktober 2023 verður kirkjuráðið kallað inn til fund við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um møguliga nýggja staðseting á trøðni matr. nr. 166, 166a og 156a. Borgarstjórin greiddi frá, at eigararnir vóru sinnaðir at selja trøðna til endamálið, og kommunan vildi halda kirkjuráðið skaðaleyst, um semja fekst um flytingina.

Kirkjuráðið tók ikki undir við at flyta kirkjuna við hesi grundgeving:

Málið er ikki viðgjørt í býráðnum, og tí er óvist, um býráðið tekur undir við at keypa trøðna, tí talan er um stóra peningaupphædd.

Teknaða kirkjan er inspirerað og lagað til lendið við Sandá, og kann tí ikki flytast á annað øki. Tað merkir, at byrjast má frá grundini av - helst við nýggjari arkitektakapping grundað á nýggja økið. Innkoyringarnar til trøðna eru smalir, einsporaðir vegir, og eingi parkeringspláss eru í grannalagnum. Tað setir stór krøv til parkering á trøðni, sum er brattlendi.

Tilgongdin síðan arkitektappingina 2015 hevur tikið 9 ár og kostað slakar 7 milliónir krónur. Roknast kann tí við, at byggingin verður seinkað umleið 9 ár og fer at kosta munandi meir enn tær 76 milliónir krónurnar, sum nýggjasta kostnaðarmetingin vísir. Eginpeningurin hjá kirkjuráðnum røkkur akkurát til verandi projekt. Verður talan um nýtt projekt, fær kirkjuráðið trupulleikar við eginpeninginum.

Latið okkum nú fáa nýggju kirkjuna
Samanumtikið kann sigast, at skiftandi býráð og kirkjuráð, sum eru fólkavald, hava hildið seg til allar lógir og mannagongdir, sum eru galdandi í slíkum byggimálum.

 Eitt kommunalt byggimál er reglubundið, t.v.s. SKAL avgreiðast við heimild í lóg og á sakligum fyrisitingarligum grundarlagi. Annars verður tikin avgerð ógildað, og kommunan kann koma undir endugjaldsábyrgd.  Ein byggimálsviðgerð er fyrisitingarlig og skal í øllum lutum kunna vísa á, hvør heimildin er fyri tiknu avgerðini.

Tað eru nú liðin 18 ár, síðan arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum byrjaði. Í hesum, sum í so mongum øðrum málum, eru sjálvandi ymsar meiningar, og tíbetur hava vit loyvi at bera tær fram og royna at ávirka. Kortini mugu vit ásanna, at vóru bert tey mál framd, sum full semja er um, so hevði verið lítil framgongd í samfelagnum.

Nú er stundin komin, at vit taka lógvatak saman um nýggju kirkjuna á Argjum. Drúgva, góða og sjálvbodna arbeiðið, sum hevur fylgt øllum reglum og ásetingum øll hesi seinastu mongu árini, og sum hevur kostað nógvan pening, má ikki brótast niður aftur. Tí tá ganga nógv ár, áðrenn nýggj kirkja sær dagsins ljós.

Latið okkum nú fáa nýggju kirkjuna á Argjum.

Rúni Hentze

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo