Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at tað stendur til ukrainar at síggja, hvussu stórt hol USA hevur grivið ukrainar í.

Í eini talu í Doha segði hann, at "kríggið í Ukraina var ikki eitt val. Tað var eitt kríggj, vit ikki sluppu undan av teimum árunum, har USA royndi at grava burtur russiska mentan og mál har eysturi í Ukraina," skrivar danska TV 2.

- Tað er ikki eitt val at fara í kríggj, tá ið títt fólk verður týnt, og tað verður lóggivið tí viðvíkjandi, segði Lavrov sambært Reuters.

Hann legði eisini afturat, at Russland er vorðið nógv sterkari av krígnum og verður uppaftur sterkari, tá ið tað endar – sum eisini hendi eftir at landið "hevði sigrað á Napoleon og Hitler."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo