Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: www.jn.fo

Mynd: www.jn.fo

Mynd: www.jn.fo

07 Vestur: Tór-Ingar Akselsen hevur játtað at taka eitt afturat í svarta búnanum. 36-ára gamli sandavágsmaðurin var av týðningarmestu leikarunum í fjør.

- Tór-Ingar er av royndastu leikarunum í Vágum nakrantíð, og, at hann tekur enn eitt ár á vøllinum, hevur sjálvsagt stóra ávírkan á felagið og liðið.

- Íroknað steypakapping og altjóða dystir, hevur Tór-Ingar nærum 300 dystir á hægsta stiði, við 07 Vestur, FS Vágum og HB. Á toppskjúttalista okkara, liggur Tór-Ingar nr. 2, við 59 málum, trý aftanfyri Holgar.

- Her vesturi hevur Tór-Ingar vanliga verið at sæð frammaliga á vøllinum, men í fjør var tað meira sum verjuleikari, hann fekk roynt seg. Drúgvu royndirnar gera, at hann helst eisini kann røkja fleiri pláss.

- Vit vóna at síggja nógv til Tór-Ingar í ár, og ynskja honum hjartaliga góða eyðnu í avbjóðingunum, sum liggja fyri framman, sigur 07 Vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo