Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-101/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um Bústaðir.

Spurningar:
1. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at Bústaðir hækkar leiguprísirnar?

2. Hvussu heldur landsstýriskvinnan, at hækkaði leigukostnaðurin samsvarar við bústaðarpolitikkin hjá samgonguni?

3. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað, fyri at fáa leigukostnaðin hjá Bústøðum at lækka?

4. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir hevur eitt nóg stórt avlop til at kunna umsita, viðlíkahalda og byggja nýtt uttan at økja skuldarbyrðuna?

5. Eigur Bústaðir at bjóða øll arbeiði út, sum verða gjørd fyri stovnin?

6. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir í nóg stóran mun fylgir almenna útbjóðingarpolitikkinum?

7. Hvussu stórt avlop eigur Bústaðir at hava, fyri at tryggja haldførið hjá stovninum?

Svar
Til spurning 1, 2 og 3

Tað er hvørki landsstýriskvinnan ella samgongan, sum ásetir húsaleigurnar hjá Bústøðum.

Húsaleigurnar verða, sambært løgtingslóg um Húsalánsgrunn, ásettar av leiðsluni fyri Húsalánsgrunnin, og standa í mun til veruligu kapital- og rakstrarútreiðslurnar fyri leigubústaðirnar. Húsaleigurnar eru sostatt neyvt tongdar at, hvat tað kostar at byggja, fíggja og reka leigubústaðirnar.

Tá kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar, hækka leigurnar hjá Bústøðum tíverri eisini.

Bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni er at útvega fleiri, fjølbroyttari og bíligari leigubústaðir. Síðani henda samgongan tók við, eru stig tikin, sum hava til endamáls at fáa bygt fleiri bústaðir. Eitt nú varð kravið til Bústaðir um at tey skuldu samstarva við privatar íleggjarar avtikið seinasta vár. Hetta gav Bústøðum víðari heimildir at arbeiða undir, og til at meta um, hvørt skilabest er í einstøku verkætlanini at samstarva við onnur ella ikki.

Í løtuni liggur eitt uppskot í løgtinginum, har lániheimildin hjá Húsalánsgrunninum verður hækkað við 350 mió. krónum, so støðgur ikki kemur í, men at stovnurin framhaldandi kann fara undir at byggja enn fleiri fólki trygt tak yvir høvdið.

Eisini verður loyvt Húsalánsgrunninum at læna frá útlendskum lánveitarum, ið gevur teimum eina munandi betri samráðingarstøðu, og møguleiki verður fyri at reka fleiri verkætlanir í sama partafelag.

Samgongan hevur sett sær fyri, at kommunur skulu fáa heimild til, saman við Bústøðum, at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg, bæði fyri at halda leiguprísinum niðri, og fyri at geva kommununum betri møguleika at taka lut í bústaðarpolitikkinum. Afturat hesum eru uppskot ávegis, ið skulu loyva kommunum at taka tænastugjøld fyri tóm hús og at áseta bústaðaskyldu í nýggjum útstykkingum.

Eisini setti samgongan sær fyri í samgonguskjalinum at kannað, hvørt føroyskir pensiónsgrunnar kunnu vera við til at loysa bústaðaravbjóðingina. Í hesum sambandi fegnast vit um samstarvið millum LÍV og Bústaðir um verkætlanina Heimasta Horn II, sum væntandi bert er fyrsta dømi av fleiri komandi um slík samstørv.

Til spurning 4
Sambært stýrinum fyri Húsalánsgrunnin og grannskoðara teirra er búskapurin hjá Bústøðum yvirskipað haldførur, við tað at inntøkurnar standa mát við veruliga fíggjar- og rakstrarkostnaðin íroknað avsetingar til viðlíkahald. Tað er tó ein sannroynd, at hækkandi kostnaðar- og rentustøðið leggur trýst á bústaðamarknaðin – og eisini Bústaðir – og stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur kunnað Umhvørvismálaráðið um, at arbeitt verður miðvíst við at minka um rakstrarútreiðslurnar.

Skuldi Húsalánsgrunnurin fingið so mikið stórt avlop av sínum verkætlanum, at avlopið kundi fíggja nýggja bygging uttan lántøku, so var neyðugt at seta húsaleigurnar munandi upp, og tað hevði gingið ímóti bústaðapolitikkinum at kravt tað. Tí verður framhaldandi neyðugt at fíggja nýbygging við láni og/ella innskoti frá privatum íleggjarum og kommunum. Hendan skipanin merkir, at tað eyðsæð er eitt mark fyri, hvussu nógva nýbygging, Húsalánsgrunnurin kann fremja. Ein annar háttur at frígeva kapital til nýbygging er t.d. at fara í samstarv við eitt nú pensjónsfeløg um verandi ognir.

Til spurning 5 og 6
Stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur ábyrgdina fyri virkseminum hjá Bústøðum sambært § 2, stk. 1 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Uppgávan hjá stýrinum er m.a. at tryggja, at stovnurin, innanfyri og í samsvari við galdandi lógir og reglur, so skynsamt sum til ber fremur tey endamál, sum stovnurin hevur sambært løgtingslóg um Húsalánsgrunn. Sum landsstýriskvinna skal eg, sambært § 8, stk. 1 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn, hava eftirlit við grunninum, men tað merkir ikki, at eg skal leggja meg út í, á hvønn hátt eitt sitandi stýri avgerð at reka stovnin, so leingi hetta er innan fyri lógarinnar karmar.

Eg fari tí ikki at leggja meg út í, hvønn útboðspolitikk stovnurin hevur, so leingi ein slíkur ikki er í stríð við galdandi lóg.

Til spurning 7
Víst verður til svar til spurning 4 omanfyri í mun um búskaparliga haldførið hjá Bústøðum. Men tað er rætt, at Bústaðir ikki við verandi inntøkum genererar eina likvida uppsparing, men bert uppsparing í realkapitali, sum merkir, at so hvørt sum skuldin verður niðurgoldin, so veksur eginognin hjá Bústøðum, í og við at Bústaðir “eigur” bygningarnar og ikki lánveitararnir. Hetta svarar til støðuna hjá privatfólki, sum byggja sær hús fyri læntan pening, og enda við at eiga húsini, uttan tó at kunna fáa tey umveksla til reiðan pening uttan við at selja tey. Harfyri verður vanliga ikki sagt, at búskapurin hjá hesum fólkum er óhaldførur. Mest týðandi er, at inntøkurnar standa mát við veruliga fíggjar- og rakstrarkostnaðin íroknað avsetingar til viðlíkahald.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo