Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er mark fyri, hvussu nógv brennievni tú hevur loyvi at koyra við. Men tað leggja ikki øll líka nógv í, tað sæst í dag, har nógv hamstra alt hugsandi, sum tey stúra fyri at koma at mangla av verkfallinum, eisini bensin og diesel, sum verður keypt á Magn- og Effo støðunum upp í stór íløt.

- Tað eru ásetingar um, hvussu nógv kann flytast og hvørjum íløtum tað skal vera í, upplýsir vakthavandi á polistøðini fyri VP. Hagar er ongin fráboðan komin um, at vandamikið brennievni verður flutt á óforsvarligan hátt ella í stríð við galdandi reglur, upplýsir vakthavandi. 

- Fara tit av tykkara eintingum at kanna hetta?

- Tað kann væl vera, enn er tað so nýtt, sigur vakthavandi.

Kunngerðirnar 94 og 111 áseta reglurnar, og sambært teimum er einans loyvt at flyta tilsamans 20 litrar av bensini býtt út á minst fýra 5 liturs dunkar. Fyri diesel er loyvi at flyta í mesta lagi 1.000 litrar, býtt út á minst tjúgu 50 liturs dunkar. Harumframt eru eisini krøv til akfar og førara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo