Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Skemt er ikki bara skemt. Skemt kann vera eitt amboð, sum hevur stóran týdning fyri samstarv og arbeiðsgleði á einum arbeiðsplássi.

- Tað hevur stóran týdning, at vit brúka okkara skemtingasomu síðu, tá vit arbeiða saman.

Tað sigur Rune Green, sum skal halda fyrilestur um skemt á arbeiðsplássinum á Leiðaradegnum 31. januar.

Evnið á Leiðaradegnum er, hvussu til ber at gera broytingar á einum arbeiðsplássi og hvussu starvsfólk taka lut í broytingum, sum verða gjørdar á einum arbeiðsplássi. Rune Green heldur, at skemt kann vera hent fyri bæði medarbeiðarnar sínámillum og fyri arbeiðsgleðina, tá eitt arbeiðspláss fer gjøgnum eina broytingartíð.

Rune Green hevur arbeitt við skemti í næstan 30 ár
Rune skrivar skemtirøður fyri vinnulívsfólk og hevur eisini í loyndum skrivað skemt fyri ymsar rithøvundar.

- Sum leiðarar skulu vit leggja eina tóna sum styrkir arbeiðsgleðina, so broytingargongdin mennir okkara innanhýsis arbeiðsviðurskifti – heldur enn tað øvuta, sigur Rune Green.

Umframt sjálvur at hava skrivað fleiri hundrað skemtisøgur, so hevur hann bæði teoretiska vitan og royndir í verki um, hvønn týdning skemt hevur fyri arbeiðslív og arbeiðsgleði.

Synergi skipar fyri Leiðaradegnum 2020, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo