Vegna umvælingar á Landssjúkrahúsinum flytur Leiðbeiningin fyribils í onnur høli gerandisdagar millum 8 og 16. Eisini vaktsentralurin fer í onnur høli í eina tíð.
Leiðbeiningin flytur í E-bygningin, sum er svarta barakkin á J.C. Svabosgøtu beint yvirav høvuðsinngongdini. Aftaná klokkan 16 gerandisdagar og allar tímar í vikuskiftunum verður leiðbeiningin í forhøllini, sum vanligt. Gjørt verður burtur úr at skelta, so sjúklingar, avvarðandi og onnur, sum hava ørindi á Landssjúkrahúsinum, verða víst á rætta stað, tá ið tey skulu í Leiðbeiningina.
Vaktsentralurin flytur fyribils niðan í niðastu hædd á Eiragarði 2.
Tá umbygging er liðug seinni í vetur, flyta Leiðbeiningin og Vaktsentralurin aftur inn í forhøllina við høvuðsinngongdina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo