Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Felagið Samskifti hevur havt aðalfund. Øll nevndin stendur fyri vali á hvørjum árið. Hesaferð fór nevndin frá at vera tríggir til fýra limir.

Í nevndini í Samskifti sótu Lena L. Mohr, Niels Uni Dam, og Michael Koba. Tey tóku øll við afturvali. Á aðalfundinum varð borið fram av nevndini, at ynski var um at víðka um nevndina. Heitt var á Allan Dalsgarð um at stilla upp. Allan tók við vali.

Sostatt er nevndin nú mannað av: Lenu L. Mohr frá Sansum, Niels Una Dam frá Nudlavirkinum, Allan Dalsgarð frá Savna og Michael Koba frá Kovboy film.

Á fyrsta nevndarfund eftir aðalfundin skipaði nevndin seg eins og árið fyri við Lenu sum forkvinnu og Niels Una sum næstformanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo